Góður atburður

Sandavágs Ítróttarfelag

 

Vælkomin til hondbólt

hjá Søljuni/SÍF J

 

Henda vegleiðing gevur tær, íblástur og góð ráð í sambandi við, at barn títt íðkar hondbólt í Sandavágs Ítróttarfelag (SØLJAN/SÍF).

Vegleiðingin inniheldur m.a. kunning um endamálið við hondbóltsspælinum, hugtakinum “Fair Play” og hvat felagið vónar og væntar av tær sum foreldur.

 

Endamálið við hondbóltsspælinum

Grundleggjandi endamálið við allari ítrótt, er at skapa eitt likamliga og sálarliga mennandi, sunt og stuttligt frítíðartilboð í nærumhvørvinum hjá barninum. Vit ynskja at geva børnunum eina jaliga tilgongd til hondbólt, samstundis sum vit eisini leggja dent á kapping, samanhald, vinalag og trivna.

Vit vilja arbeiða fyri, at ØLL sum ynskja tað, fáa ítróttarliga venjing og avbjóðingar í mun til førleikar, so tey kunnu mennast sum hondbóltsleikarar og støðast í felag okkara nógv ár framyvir.

Sosialt skulu børnini læra seg at samstarva og vísa fyrilit. Felagið skal vera eitt trygt og stuttligt stað at koma til.

 

Mamma og pápi sum viðleikarar!

Tað er stuttligast at spæla hondbólt, tá mamma og pápi eru viðleikarar!

Sum foreldur hevur tú stóra ávirkan á, at barn títt, viðleikarar, venjarin, felagið og hondbóltsítróttin sum heild trívast og mennast:

Hav altíð ein jaligan hugburð til ítrótt – bæði heima og í ítróttarhøllini
  • Legg dent á spæligleðina heldur enn úrslitið
  • Hugsa um liðið sum heild, heldur enn bara títt egna barn
  • Kom bert við jaligum uppskotum og viðmerkingum
  • Vís venjaranum virðing og lat hann stýra liðnum - sjálvt um tú kanska ikki er samd/ur
  • Vís altíð virðing fyri dómaranum og avgerðum hansara
 
Stuðla og vís áhuga! 
  • Stuðla støðugt barninum í at íðka hondbólt – trýst elvir móttrýst!
  • Møt upp til dystir – tað gleðir barnið og eggjar tí at spæla enn betur
  • Stuðla øllum leikarunum undir dystinum – ikki bara tínum egna barni
  • Stuðla bæði í við- og mótgangi - gev bert jaligan og konstruktivan kritikk
  • Spyr heldur, um dysturin var spennandi og stuttligur enn bara at fokusera uppá úrslitið
  • Vís virðing fyri arbeiðnum í felagnum og stuðla tiltøkum. Tær nýtist ikki aðrar fortreytir enn vilja og ágrýtni fyri at luttaka í tí sum gongur fyri seg í felagnum.

  

Fair Play!

Felagið leggur dent á Fair Play

Fair Play er at hava virðing og vísa góðan atburð á vøllinum, herundir:
  • at leikarar og dómarar heilsa uppá hvønn annan áðrenn dystin
  • at leikarar og dómarar takka hvørjum øðrum eftir dystin – eisini tá vit hava tapt!
  • at virða við- og mótleikarar, venjarar og áskoðarar – uttan mun til úrslitið av dystinum!
  • at virða dómaran og avgerðir hansara

Hvat væntar felagið av tær sum foreldur

At reka eitt ítróttarfelag er kostnaðarmikið og eisini tíðarkrevjandi fyri teir ofta fáu og óløntu persónarnar, sum – uttanfyri vanliga arbeiðstíð - virka sum nevndarlimir, samskiparar og venjarar í felagnum.

Felagið hevur tí sjálvsagt tørv á TÍNARI HJÁLP OG STUÐLI.

Sum foreldur at einum barni í Søljuni/SÍF vænta og vóna vit, at tú við fullum huga luttekur í tí virksemi, sum er rundan um liðið og felagið annars, herundir:

  • Koyrir til og frá dystum – eftir einum koyriplani
  • Tekur lut í vasking av dystarklæðunum
  • Hjálpir tá heimadystir eru
  • Sjálvboðin bjóðar teg fram at hjálpa til í felagnum tá tiltøk eru
  • Eftir áheitan ert fús/ur at átaka tær eina uppgávu fyri felagið
 

Hvat væntar felagið av børnunum:

Børnini eru hornasteinurin undir virkseminum hjá felagnum, og tí vilja vit sjálvsagt gera okkara besta fyri tey í ítróttarligum høpi og skapa tryggar karmar og trivna í felagnum.

Afturfyri væntar og vónar felagið, at børnini heimaífrá hava eitt virðisgrundarlag við sær til ítrótt, herundir:

  • Møta stundisliga til venjing og dystir – alt liðið avhongur av einstøku leikarunum!
  • Vísa áhuga og spæligleði undir venjing og dystum!
  • Altíð gera sítt besta
  • Stuðla hvørjum øðrum til at gerast enn betri hondbóltsleikarar – hondbóltur er eitt liðavrik!
  • Akta og vísa sømiligan atburð mótvegis leikarum, venjarum, dómarum og áskoðarum!
  • Vísa atlit og vinalag mótvegis hinum leikarunum, so øll kenna seg vælkomin og vird!
  • Hava góðan málburð og ikki nýta ókvæmisorð!
  • Fara væl um ognirnar hjá øðrum, t.d. ítróttarhallunum, bóltum, klæðum og skiftingarrúmum!
  • Hjálpa til í felagnum eftir førimuni

 

“Lyfta vit øll í felag, er tað lættari fyri hvønn einstakan”

 
 
 
 
 

Sandavágs Ítróttarfelag

Hammershaimbsvegur 8360 SandavágurTlf. 281099